Skúlablaðið: Tað er ætlanin, at nýggi skúlin, Skúlin á Fløtum, skal vera liðugur í 2020. Henda skúlaætlan hevur kravt nógv av Tórshavnar kommunu.
- Tað er ógvuliga spennandi upp á tann mátan, at tað verður tann størsti fólkaskúlin í Føroyum í kapping við Skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu.
Sigurð Ólason Vang, cand.merc.jur. er leiðari í Mentamáladeildini, sum m.a. umsitur fólkaskúlaøkið, mentan, frítíðartilboð og ítróttamál og tilhoyrandi stovnar í Tórshavnar kommunu.
Skúlin á Fløtum fer ætlandi at hýsa millum 850 og 900 næmingum, íroknað forskúlabørn, tí forskúli verður skipaður í nýggja stórskúlanum. Nýggi skúlin verður skipaður við trimum breytum frá 1. til 7. flokk, og fimm breytum fyri 8. og 9. flokk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo