Í dag spældu Kroatia og Marokko bronsufinalu í HM-endaspælinum, sum hevur verið leikt í Katar hesar síðstu fýra vikurnar.
Kroatia vann dystin 2-1, og tað var eisini støðan í hálvleikinum.
Harvið hava kroatar fyri triðju ferð í søguni vunnið heiðursmerki í HM-høpi. Teir vunnu bronsu í 1998, silvur í 2018 og nú aftur bronsu.
Kroatia-Marokko 2-1 (2-1)
1-0: Joško Gvardiol, 7
1-1: Achraf Dari, 9
2-1: Mislav Oršić, 42
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo