Í Kringvarpinum í gjár tosaði Høgni Hoydal um "kritikkleysar miðlar sum hava skeiklað orðaskiftið um fiskivinnuna" - helst meinar hann við allar aðrar miðlar enn Kringvarpið, men her fær atfinnarin 23,44 minuttir, tá ið Eivind Jacobsen í R7 Kringvarpinum tosar við Høgna Hoydal.
Men samstundis sum Høgni Hoydal í gjár í Kringvarpinum skuldsetti millum annað Reiðarafelagið og Felagið Nótaskip fyri at hava dugað at brúkt pressuna til at fáa sín boðskap út um avleiðingarnar av uppskotinum, mátti hann taka í egnan barm, at hann hevði ikki dugað líka væl at brúkt pressuna nú, sum hann dugdi tað, tá ið hann sat í andstøðu og sendi drúgvar vikuligar greinar út um, hvussu fiskivinnan tá átti at skipast og rættast, og at upptakið fór at gerast øgiligt eftir táverandi fiskiráðharra, sum tó lítið og einki hevur verið at hoyrt um enn.
Orð sum "klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni" stóðu prunkað í eygunum á hvørjum føroyskum mansbarni í eini átta ár.
Men neyvan nakrantíð fyrr hevur verið meira brúk fyri at fáa "klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni" enn akkurát nú tað føroyska samfelagið, flokkar og vinnulív eru um at fara í tvey.
Við Brynhild Thomsen segði Høgni Hoydal soleiðis:
- Eg kann bara staðfesta at tað er eitt ómetaligt trýst og eg skal eisini taka tað á meg, at vit hava ikki svarað nóg væl aftur uppá mangar av teimum søgunum sum verða sagdar frá hesi ógvuliga effektivu propagandaini sum er frá Reiðarafelagnum, Felagnum Nótaskip o.a. og tað hevur nokk verið ein feilur frá mínari síðu, tí tað skuldi verið afturvíst beinanvegin, eitt nú dømi við antitrust sum hevur verið brúkt sum eitt amboð at duka fólk í høvdið við.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo