Innsavningin, sum Kristna hjálpartænastan fór undir seinast í august er uppgjørd. Inn komu kr. 63.400,-
Peningurin er sendur viðurkenda heimsumfatandi hjáparfelagsskapinum “Samaritan’s Purse”, sum Franklin Graham leiðir.
“Samaritan’s Purse” samarbeiðir við aðrar hjálparfelagsskapir, ið hjálpa afganskum flóttarfólki úr Afganistan og eisini eftir at tey eru komin út úr landinum.
Kristna Hjálpartænastan takkar fyri stuðulin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo