Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað ljóðar sum ein mótsøgn. Í roynd og veru er talan tvær samanbundnar ásir. Tað letur seg ikki gera at skilja tær sundur, hóast tær røkja hvør sína uppgávu.

Tað minnir um støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Áður var markið millum arbeiðspláss og heimalív tulkað sum tvær sjálvstøðugar eindir. Eftir loknan arbeiðsdag skuldi arbeiðið liggja eftir á arbeiðsplássinum. Tá farið var til arbeiðis, skuldu heimligar avbjóðingar verða heima.

Í dag rekur rákið annað veg. Vit eru tvungin at hugsa øðrvísi vegna vaksandi tal av strongd og sálarligum trega bæði úti og heima.

Tað sama mynstrið sæst, tá ið talan er um trúgv, lívsáskoðan og samfelag. Við atliti at kristnu trúnni verður staðfest, at hin trúgvandi livir í samfelagnum og er partur av eini størri eind.

Henda eindin er fólkaræðisliga skipað. Ymiskar áskoðanir liva lið um lið. Eingin hevur rætt til at traðka á nakran. Niðrandi tala og umtala er brot á tann fólkaræðisliga andan, at øll hava rætt til at vera og virka út frá sínari sannføring við ábyrgd hvør móti øðrum.

Øll sjónarmið hava loyvi at virka og samvirka. Øll hava rætt at hugsa, skriva og tala. Fólkaræðið er fyri øll, og eingin er í útgangsstøði fremri enn annar. Vit hava øll rætt til at mynda samfelagið. Tað verður myndað út frá hugsjónarligu sannføring hins einstaka, t.d. trúgv, politiskum sjónarmiðum og humanismu.

Tað er valla hugsandi, at vit kunnu hava eitt samfelag við ongari yvirskipaðari hugsjón. Er tað ikki kristna trúgvin sum ávirkar samfelagið, so eru tað onnur rák, ið vísa vegin. Heimssøgan staðfestir, at júst átrúnaður, lívsáskoðan og politisk rák myndað samfelagið.

Tess vegna er samfelagsmynstrið og hátturin at liva øðrvísi í tí sonevnda kristna heiminum sammett við londini eystanfyri við øðrum átrúnað. Mentanin er ymisk kring allan jarðarknøttin hóast ávísan líkleika.

Fari at sipa til tveir kendar heimspekingar og gudfrøðingar úr 19. og 20. øld eftir Kristi føðing. Roynt verður at tulka teir inn í okkara tíð.

Danin Søren Kirkegaard (1813-1853) vísir á, at samfelagið er verðsligt. Samfelagið er ikki kristiligt. Tað eru einans menniskju, ið fylgja í fótasporum Krists, ið eru og kunnu vera kristin. Tað at vera kristin er persónliga at taka trúnna á Jesus Krist sum Harra og frelsara til sín sum sannan veg til nútíðar og æviga sælu. 

Týskarin Dietrich Bonhoeffer (1906-1945) varð av nasistunum tikin av døgum í eini týningarlegu. Hann talaði søk jødanna og vardi aðrar minnilutar. Trúgvin á Kristus gjørdi hann samfelagsliga virknan.

Bonhoeffer sigur í myndatalu, at samfelagið hevur nátt vaksnan aldur. Tað hevur mynduga støðu, hevur sjálvsavgerðarrætt og er búgvið. Hin kristna kirkjan eigur at virða vaksnu og búnu støðu samfelagsins. Vit mega prædika Jesus fyri einum vitandi og lærdum fólki í einum myndigum heimi. Fólkið hugsar sjálvstøðugt.

Ábyrgdarfólk kirkjunnar mega vera vakin og kveikt av Anda Guðs at prædika gleðiboðskapin um Jesus.

Gleðiboðini eru góð tíðindi inn í eina tilveru, har Jesu navn er eitt navn millum onnur nøvn.

Eyðvitað hava kristin fólk í einum fólkaræðisligum skipaðum samfelag rætt at hugsa, tala og skriva við støði í Bíbliuni. Um hesin rætturin ikki er, er tað als ikki talan um eitt nútíðar samfelag í frælsi, svá vit skilja tað í norðurlondum.

Eyðvitað hava øll fólk í einum fólkaræðisligum skipaðum samfelag rætt at hugsa, tala og skriva út frá síni hugsjónarligu sannføring.

Kristnin fegnast um, at vit fáa náðir at prædika gleðiboðskapin um Jesus Krist menniskjum til frelsu og signingar. Hetta er stórt og ríkt. Okkum tørvar als ikki at siga nakað niðrandi orð um nakað menniskja.

Boðskapurin er eitt kveikjandi tilboð til hin einstaka. Evangeliið er ikki ein stjórnarskipan, tí samfelagið er verðsligt.

Tað eru vit, ið játta trúnna á Kristus, ið skulu liva eitt kristiligt lív. Tað er ikki eitt krav til medmenniskju okkara og samtíðina, tí samfelagið er vorðið búgvið. Hvør svarar fyri seg, um vit trúgva ella ikki, um vit byggja lívið á Kristus ella aðra sannføring.

Tað er ein ovurstórur forrættur, at vit í tí verðsliga samfelagnum fáa frið og náðir at prædika Kristus. Vit verða ikki forfylgd av trúar ávum.

Tó, nøkur kristin verða happað fyri sína trúgv og kallað fundamentalistar. Tað er ikki í lagi, tí í neiligum týdningi er orðið ljótt, niðrandi og særandi.

Happing er andstyggilig. Tíverri hava vit, ábyrgdarfólk í kirkjum og samkomum, í løtum verið særandi og niðrandi mótvegis fólki við aðrari lívsfatan. Svá eigur als ikki at vera.

Kristnin eigur at taka frástøðu frá allari happing. Vit eiga at umtala medmenniskjað á virðiligan hátt. Ikki óhøviskliga, altíð virðiliga!

Sum kristin mega vit vanda okkum um orðini, tí tað er ikki kristiligt, at vit við boðskapinum um Jesus særa onnur menniskju. Jesus lyftir altíð upp, alt og øll. Amen.

Orðið: “Umgangist við vísdómi tey, sum eru uttanfyri, so at tit keypa hina lagaligu stundina! Tala tykkara veri altíð dámlig, ...” (Kolossubrævið 4,5-6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo