Nes kommuna: Í morgun varð boðið til samkomu á kommunuskrivistovuni, nú Kristin Nordendal hevur nátt pensjónsaldri og valt at fara úr starvi.
Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, varð settur í starv hjá Nes kommunu tann 1. september 1996.
Í øll hesi meira enn 25 árini hevur Kristin Nordendal trúliga, saman við sínum starvsfeløgum, loyst sera ymsar fyrifallandi uppgávur fyri kommununa.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri segði, at tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv og góð starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív møtir ein nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.
Vegna Nes kommunu takkaði borgarstjórin Kristini hjartaliga fyri trúgva og drúgva tænastu, fyri gott samstarv og ynskti honum og familjuni alt tað besta, framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo