Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Kristionnu Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla frá 16. oktobur 2023 at rokna.
Kristianna Jacobsen er 51 ára gomul og býr í Tórshavn. Hon tók læraraprógv í 2013 og hevur síðani januar 2014 arbeitt í Hvalvíkar skúla, fyrstu árini sum lærari og frá 2019 sum skúlaleiðari. Harumframt hevur hon eisini leiðsluroyndir frá privatum virksemi m.a. sum dagligur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Kristianna hevur nomið sær eftirútbúgving innan leiðslu umframt ymisk styttri skeið í ávísum lærugreinum og í føroyskum sum annaðmál. Hon hevur í 2021 tikið skeið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu á masterstigi, masterdiplom í leiðslu í 2023 og lesur master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo