Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hetta seinasta árið hevur lært okkum – bæði sum einstaklingar og sum samfelag – hvussu krevjandi tað er at vinna á einari farsótt.

Serliga hava vit sæð tørvin á einari týðiligari politiskari leiðslu.

Ein kann sjálvandi vera samdur ella ikki samdur í hvønn veg skal gangast, men vit kunnu ikki lasta okkara politikkarum fyri at tey ikki hava megnað at sett felags átøk í verk fyri at basa smittuni.

Vit eiga at hugsa um kynsligan ágang, sum eina farsótt
Hendan “farsóttin” kemur av og á upp til vatnskorpuna og nemur við tilvitskuna hjá flest øllum.

Í flestu førum kemur tað av, at miðlar og onnur seta sjóneykuna á álvarsligar einstaklinga hendingar, ella sum nú, tá ljós verður varpað á kanning um harðskap og ágang.

Í kjalarvørrinum á hesum sæst stórur politiskur áhugi, m.a. verður sagt, nú úrslitini av kanningini eru løgd fram, at eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi, at vit skulu krevja eina null-hugsjón og at arbeiðið við at basa harðskapi og ágangi, er ikki liðugt.

Alt í alt gott og gagnligt, men tá dustið hevur lagt seg, verður farsóttin aftur goymd ella gloymd.

Og eisini politiski áhugin minkar til fyrimuns fyri onnur “týdningarmikil” mál.

WHO lýsir harðskap og kynsligan ágang sum størsta fólkaheilsutrupulleikan í okkara tíð.

Bæði vegna álvarsligu skaðaárinini, sum tað hevur við sær á einstaklingar, familjur, nærumhvørvi og samfelag.

Men eisini vegna vavið.

Vit vita ikki hvussu nógv børn og ung vaksa upp við kynsligum ágangi í Føroyum.

Rætt og slætt tí at mesti ágangurin ongangtíð kemur fram í dagsins ljós.

Tíbetur eru politikarar frammi og hava vilja til at verða týðilig í útsøgnini um at eingin skal vera fyri kynsligum ágangi. Vit saknað tó, at sjóneykan verður sett enn meira á at gera eina tílíka visión til veruleika.

Land okkara hevur góðar møguleikar at fremja hesa visión til munagóðan praksis.

Vit vita tað, tí vit síggja, at á dagstovnum, skúlum og øðrum virkjum og stovnum, eru nógv, sum fegin vilja gera nakað við hesa avbjóðingina.

Men vit vita eisini, at tað eru krevjandi uppgávur, sum starvsfólkini standa frammanfyri:

- Eingin avbjóðing er torførari enn at spyrja um ágang

- Eingin ótti er størri enn at mistonkja onnur fyri at hava gjørt seg inn á eitt barn

- Eingin sjálvsábreiðsla er meiri pínufull enn at føla, at ein hevur svikið eitt barn

- Eingin ótti er størri enn at risikera at fara skeiv/ur

Og álíkavæl verður verður væntað at starvsfólk bróta tøgnina og siga frá. Fyri barnsins skuld.

Vit vita øll at kynsligur ágangur hendir, og vit vita øll at tað er skaðiligt.

Tað sum er krevjandi, er at grípa inn.

Tað merkir at vitan má mennast til førleika.

KRIS hevur eina null hugsjón, um at eingin í Føroyum skal vera fyri kynsligum ágangi. Vit standa heilhugaði aftan fyri visiónina. Brúkið okkum.

KRIS

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo