Kringvarpsstýrið viðgerð nú ólógligu frítøkuna av kringvarpsgjaldi til ein borgara, sum ikki var nøgdur við ymisk viðurskifti hjá KvF, og slapp undan at rinda kringvarpsgjald, hóast ongin heimild er fyri tí.
Frihedsbrevet skrivaði um málið í farnu viku, sum VP eisini hevur endurgivið úr.
Nú skrivar Frihedsbrevet, at framtíðin hjá kringvarpsleiðsluni hongur í óvissuni, tí í øllum førum partar av kringvarpsstýrinum halda, at málið eigur at fáa avleiðingar fyri leiðsluna.
Stýrið kom ikki til nakra niðurstøðu á fundin í gjár, og hevur avtalað at hittast aftur seinni í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo