Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan eg seinastu dagarnar havi varnast hvussu oddvitar leggja nógv fyri, til tess at útihýsa ávísum spurningum úr kjakinum, renna mær til hugs hesi orð eftir N. Chomsky, sum eg havi loyvt mær at umseta:

"Snildi hátturin at varðveita fólk óvirkin og lýðin, er ramliga at avmarka rásarúmið av góðtakiligum áskoðanum, men samstundis loyva lívligum kjaki innan hetta rásarúm".

Vit vita, at sjálvt børn varnaðust, at keisarin hjá H.C. Andersen var nakin. Summir spurningar eru so natúrligir, at ein má antin vera propagandaður ella sovnaður, fyri ikki at spyrja teir.

Av hesi orsøk verður t.d. spurningurin ikki spurdur, um hví vit av moralskum ávum mugu kvetta við Russland, men ikki við t.d. USA. Og av somu orsøk, fer hvørki Kringvarpið, stýrisformaðurin ella politiski klassin at fyrihalda seg intellektuelt til spurningin, um vit yvirhøvur skulu vit hava eitt alment kringvarp. Slíkir spurningar hava jú lyndi til at avdúka, at keisarin er nakin.

Smartari er at øtast um menningarstøði teirra, sum ditta sær at hava slíkar hugsanir, sum eitt nú ta, at avtaka Kringvarpið --- smartari er at smalka kjakið til hvørt prístalsjavningin av Kringvarpinum skal vera progressiv, og síðan forskrekkja við uppspunnum ræðuframlitum um, at frælsi okkara er í vanda, um "vakthundurin" - fjórða statsvaldið - sovnar.

Tvingsilsgjald hevur ongantíð verið eitt frælst konsept, og hasin vakthundurin er líka ofta sendiharri valdsins, sum hann er vakin.

Vh
Ragnar W. Eliansson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo