Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ein stórur missur fyri Kringvarpið, at Uni Holm Johannesen og Barbara Holm hava sagt upp. Men tey leggjast aftrat einum langum lista, sum vísir okkum, at vit mugu endurhugsa føroyskar miðlar totalt. Ein nýggj og djørv lítlasystir hjá Kringvarpinum hevði sparkað lív í føroyskar miðlar.

Beint nú er eingin nøgdur við verandi støðu. Men eingin hevur skotið upp nakra loysn. Hetta er so mítt boð sum miðlafrøðingur.

Tí eg vil fara so langt sum at pástanda, at tað er lítil ella eingin kritiskur journalistikkur eftir í Føroyum. Og tað er ein skandala.

Áður eru Liljan Weihe, Sólvit Nolsø, Brynhild Thomsen, Jan Lamhauge, Rógvi Olavson, Óluva Zachariasen og mong onnur dugnalig fjølmiðlafólk forsvunnin úr miðlaheiminum. Tað er ikki freistandi at arbeiða í miðlunum. Og tað er álvarsligari enn vit geva okkum far um.

Orsøkin er, at við stóru útskiftingini verður journalistiska arbeiðið fullkomiliga tilvildarligt. Nýggj fólk koma inn frá gøtuni, sum ikki kenna til journalistikk ella uppgávuna hjá miðlum. Tað gevur mikrofonhaldarí í langar banar. Og valdið verður jú ikki bjóðað av.

Eg lasti ikki hesi fólkini fyri tað, men tað er okkurt galið við skipanini, tá støðan er, sum hon er.

Skalt tú hava røttu fólkini, so má lønin vera kappingarfør við arbeiðini, sum dugnaligir journalistar og miðlafólk annars fáa bjóðað í øðrum almennum sessum. Tað er fyrsta treyt fyri at varðveita tey góðu fólkini.

Eg haldi ikki, at leiðslan í Kringvarpinum eigur skyldina. Men eg haldi heldur ikki, at loysnin skal finnast í Kringvarpinum. Hon skal finnast uttanfyri.

Vit mugu hava eina djarva lítlasystir. Ein nýggjan (lítlan) almennan miðil við neyðugari nýhugsan og skil fyri, hvussu modernaðir miðlar fungera. Ein miðil, sum ikki hugsar líka sum Kringvarpið, men hevur sama óhefta grundarlag.

Tað kann gerast upp á nógvar mátar. Men mest sannlíka loysnin er, at nýggi miðilin bara ger poddvørp, sum eru lutfalsliga bílig at framleiða og atkomilig hjá fólki at lurta eftir. Leisturin kundi verið news talk radio við fokus á tíðindi, aktualitet, mentan og kjak.

Eg eri vísur í, at hetta - saman við lønini - hevði gjørt, at vit sóu fleiri av áðurnevndu nøvnunum venda aftur til føroyska miðlaheimin. Og tað hevði verið ein betri skipan enn miðlastuðulin á 2 mió. kr., sum verður býttur út í dag.

Bjarni Arge, miðlafrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo