Skúlablaðið: - Av tí at tær føroysku sendingarnar hava ov lítla senditíð, er tað so øgiliga nógv lættari hjá børnum ella foreldrum at fara á YouTube ella netið eftir undirhaldi, sigur Eyð Steinbjørnsdóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini.
Kringvarp Føroya er okkara størsti mentanarberi; bæði útvarpið og sjónvarpið gera dygdargóðar sendingar til børn; Eyð Steinbjørnsdóttir heldur tó, at hesar sendingarnar eru alt ov fáar í tali, og at tær rúgva alt ov lítið í senditíðini hjá stovninum. Hon undrast á, at Kringvarpið ikki raðfestir upprunaføroyskt tilfar til børn hægri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo