Ert tú fyrrverandi býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, so ber ongan ótta fyri at títt navn verður í nevnt í Kringvarpinum í sambandi við heimildarsvik.
Í dag hevur Kringvarpið bæði í mikrofon og á heimasíðuni lýst eitt mál hjá fyrrverandi býráðslimi fyri Javnaðarflokkin, men Kringvarpið sigur bara "ein fyrrverandi býráðslimur í Havn er ákærdur fyri heimildarsvik".
Kringvarpið hevur annars, tá ið talan er um borgarligar politikarar, sera greiðar linjur og reglur at fylgja, bæði av etiskum og politiskum slagi, sum siga greitt, at nøvn skula nevnast í sambandi við ákærur og rættarmál.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo