Føroyingar verða ikki snýttir fyri EM-fótbólt í summar. KVF vísir 32 dystir. Tilsamans eru 51 dystir, og Kringvarpið hevur fingið rættindini at vísa 32 av teimum – somu dystirnar, sum DR sendir.
Fyrsti dysturin verður Turkaland – Italia komandi fríggjakvøld kl. 20.00.
Fyribils eru dystirnir niðanfyri settir á skrá. Nakrir dystir verða spældir samstundis, so Kringvarpið arbeiðir við at tillaga og dagføra skránna.
Leygardagin 12. juni: Wales – Sveis – verður sendur eftir kappróðurin
Leygardagin 12. juni: Danmark – Finnland – verður sendur eftir kappróðurin
Sunnudagin 13. juni kl. 17.00: Eysturríki – Norðurmakedonia
Sunnudagin 13. juni kl. 20.00: Holland – Ukraina
Mánadagin 14. juni kl. 20.00: Spania – Svøríki
Týsdagin 15. juni kl. 20.00: Frakland – Týskland
Dystir verða sendir kl. 14, kl. 17 og kl. 20 føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo