Krígssavnið: Leygardagin 8. mai 2021 var móttøka á Krígssavninum í sambandi við at savnið fekk handað stóra skjalasavnið hjá Niels Juel Arge, sála.
Hetta savnið er grundarlagið undir dygdar bókaverki hansara í seks bindum, “Stríðsárini 1940-45”, sum kom út seinast í 1980-árunum.
Tað er einkjan, Petra og eftirkomarar teirra, sum hava tikið ta støðu, at skjalasavnið verður ogn hjá Krígssavninum.
Á myndini er tað abbasonur Niels Juels og Petru, Erling Isholm, sum handar Karl Jóhan Nielsen, formanni Krígssavnsins rúgvismikla skjalasavnið.
Krígssavnið fegnast um gávuna, sum verður hent í arbeiðnum hjá savninum og tøk hjá øllum, sum vilja granska í hesum týdningarmikla tíðarskeiði, sum Seinni heimsbardagi er í Føroya søgu.
Krígssavnið takkar hjartaliga fyri gávuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo