Krígssavnið í Vágum hevði aðalfund hóskvøldið 27. februar. Hesaferð stóðu sitandi formaður Karl Jóhan Nielsen og Klæmint Weihe, nevndarlimur, fyri vali. Teir tóku báðir við afturvali, og ongin stillaði upp ímóti teimum. Eisini eykalimirnir Poul Arni Jacobsen og Petur Elias Nielsen vórðu afturvaldir uttan mótvalevni.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og heldur hon fram púra óbroytt. Karl Jóhan Nielsen er formaður, Dánjal Poulsen, næstformaður, Marna Jacobsen, skrivari, Fróði Poulsen, kassameistari, og Klæmint Weihe, nevndarlimur.
Í síni frágreiðing fyri 2019 kundi formaðurin greiða frá einum hendingaríkum ári.
Arbeiðið við at seta SOR-bygningin við flogvøllin í stand er komið undir land, og fyrst í mai letur Krígssavnið alment upp har.
Millum aðrar spennandi hendingar í 2019 kunnu nevnast búnin hjá Prest-Heina og flaggið hjá sluppini Eysturoynni. Báðir hesir lutirnir verða nú fast sýndir fram á Krígssavninum.
Prest-Heini var, sum navnið ber boð um, sonur Vága-prestin. Prest-Heini var smádrongur, tá bretskir hermenn kom í Vágar undir krígnum, og herovastin búði hjá presti ta fyrstu tíðina. Smáddrongurin var bergtikin av hermonnunum og ikki minst teirra búnum, so herovastin syrgdi fyri, at ein búni bleiv gjørdur til hann. Prest-Heini slapp so ofta at ganga fremst í fylginum, tá hermenninir marsjeraðu, og av hesum gjørdist hann ein bygdamynd í tátíðini.
Flaggið av Eysturoynni má sigast at vera søguligt á sama stigi sum fyrsta Merkið, ið hongur í Famjins Kirkju. Tí tá Eysturoyggin vant sítt føroyska flagg niðri við Orknoyggjarnar á veg til Aberdeen um miðjan apríl 1940 var tað fyrstu ferð, at flaggað varð við Merkinum alment.
Skipið varð nevniliga steðgað av einum bretskum herskipi, sum gjørdi skiparanum greitt, at Eysturoyggin kundi vænta at verða søkt, um hon flaggaði við Dannebrog, tí Danmark var hersett av týskarunum.
Skiparin hevði føroyska flaggið í kahúttini, og so var tað vundið á stong í staðin. Nakrar dagar seinni bleiv tað alment viðurkent av bretsku myndugleikunum.
Á aðalfundinum vórðu dagførdar viðtøkur fyri Krígssavnið einmælt samtyktar. Talan er tó í høvuðsheitum um, at tær gomlu ásetingarnar partvíst eru umorðaðar og samanskrivaðar og tískil gjørdast greiðari.
Fróði Poulsen, kassameistari, kundi í síni roknskaparfrágreiðing staðfesta, at raksturin av Krígssavninum samanlagt verður bíligari, nú flutt verður í egin høli.
Úrslitið í fjør var slakar 324.000 krónur ímóti stívliga 292.000 í 2018. Nógv er gjørt við SOR-bygningin í undanfarna ári, og tað sæst aftur í eginognini, sum er vaksin úr 1,4 milliónum krónum í 2018 upp í 1,7 millión krónur nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo