Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hví er krígsútgerð loysnin upp á frið?
Tig og bið!
NATO og kongsríki eru jú við;
tað er ivaleyst, at nøkur fáa grið.

Hví er eingin friðarsamráðing?
Tig og syng!
Tað snýr seg um vápnapening
og fólkadrening.

Hví siga Føroyar ikki friði frá?
Tig og verið kná!
Tá onkur annar kríggjast má;
vit eru jú so fá.

Hví handla Føroyar við Russland?
Tig! Skulu vit eta sand?
Kríggið kann jú koma í bland,
og verður kanska ein størri grand.

Henrik Weihe Joensen
26. juli 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo