Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hesi orð vórðu ikki bert hoyrd í Breddanum her fyri. Hetta eru vanligar orðingar, vit hoyra dag og dagliga í umrøðu av vinnu, sum ber seg.

Tað fyrsta eg hugsi er: Hvat er hetta fyri hugburður?

Veit ikki um hetta er satt, men hoyrdi einaferð at ein úr Leirvík, var byrjaður at útflyta luft til Kina.

Eg veit, at bretar útflyta luft til Kina. Um hetta virksemi veruliga fer at bera seg við milliarda útflutningsvirði. Skal viðkomandi leirvíkingur, rinda eyka skatt – ella tilfeingisrentu, sum tað so pent eitur - av luftini? 

Er luftin ogn føroya fólks? Nei, ikki enn .. men tá ið hon verður lønsom, tá verður hon ogn føroya fólks! Vita bara!

At fara eftir ... krevja ... taka inn ... skula rinda ... ein løtu vinning til at tippa eitt hol í landskassanum til tess at fíggja (ivasom) vallyftir.

Nei, gev vinnuni frið at virka og at menna seg!

Hon skal nokk fylla kisturnar, tí tað hevur hon longu prógvað. 

Alt annað er heit luft.

Ólavur í Geil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo