Eitt væl skipað rættarsamfelag er treytað av sterkum stovnum og virknum almennum kjaki. BLF hevur undrast á, at politiska skipanin og almenningurin ikki í størri mun hava gjørt vart við vantandi parlamentarisku luttøkuna í sambandi við tey inntriv, sum landsstýrið hevur fráboðað fyri at basa koronusmittuni. Tí hvønn týdning hevur tað fyri rættarsamfelagið, at landsstýrið velur at handfara kreppuna við tilmælum?
Tilmæli heldur enn reglur
Eins og í fleiri grannalondum, hava vit í Føroyum seinastu tíðina aftur merkt sviðan av koronufarsóttini. Aftur verður mint á týdningin av at vaska og spritta hendur og at halda frástøðu í sosialum samanhangum. Vit hava eisini fleiri ferðir hoyrt løgmann og onnur umboð fyri landsstýrið og farsóttarnevndina heita á fólk um at vísa ábyrgd og hava álit.
Landsstýrið vil ikki lóggeva á økinum. Hetta hevur løgmaður fleiri ferðir boðað frá. Samstundis tykist semja vera um, at støðan kann gerast hættislig, um ávís inntrívandi tiltøk ikki verða sett í verk – so hættislig, at hetta kann fáa stórar heilsuligar, búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar. Kortini vil landsstýrið einans gera tilmæli, sum vit øll skulu fylgja. Ikki tí, at tað er lógarkrav, men tí vit skulu vísa ábyrgd.
Í einum rættarsamfelag er hetta ikki ein leistur, sum verður brúktur á øðrum rættarøkjum, tá tað er av stórum týdningi fyri samfelag, búskap og borgarar, at fólk akta ávís boð. Eitt rættarsamfelag er vanliga eyðkent við at verða stýrt av lóggávu, sum er samtykt við luttøku av fólkavaldum umboðum. Í einum rættarsamfelag hava fólk frælsisrættindi, t.d. talufrælsi og frælsi at savnast. Í einum rættarsamfelag eru øll líka fyri lógini, og fyrisitingin arbeiðir sambært legalitetsmeginregluni, t.e. at avgerðir o.a., sum ger inntriv í rættindini hjá tí einstaka, skulu vera heimilaðar í lóggávu.
Men ber tað til – og er tað røtt handfaring – at stýra samfelagnum gjøgnum eina kreppu við tilmælum? Ella er tað serliga týdningarmikið, at landsstýrið í eini kreppustøðu tryggjar, at stýringsamboðini byggja á vanligar fólkaræðisligar meginreglur?
Tilmæli verða “sett í gildi”
Á heimasíðuni korona.fo var 9. november 2021 boðað frá, at nýggj “koronutilmæli koma í gildi leygardagin 13. november 2021”. 12. november 2021 boðaði Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi frá, at “tilmælini koma í gildi á midnátt”. Talan er sostatt um gildiskomu, sum man vanliga kennir frá lóggávu. Lógir, kunngerðir o.l. koma í gildi ein ávísan dag, og frá tí degnum skal lóggávan fylgjast. Men kunnu tilmæli koma í gildi og hvat inniber hetta?
Saman við kunningini á heimasíðuni korona.fo var mynd av eini ferðsluljósskipanini, sum sambært fráboðanini frá landsstýrinum lýsir framferðarháttin frameftir undir koronafarsóttini. Á myndini (sum seinni er tillagað) eru trý stig lýst – grønt, gult og reytt – og sæst m.a., at tá landið er á gulum stigi (stig 2) kunnu í mesta lagi 100 fólk savnast til tiltøk, tó 150 við koronapassi (seinni broytt til ávikavist 50 og 200). Á myndini varð eisini ásett, at fólk – koppsett og ókoppsett – skuldu vísa negativa koronukanning, sum ikki var eldri enn 48 tímar, um tey skuldu á sjúkrahús ella til jólaborðhald. Kravið um negativt kanningarúrslit sær út til at vera slept, og nú er einans krav um at vísa koronupass. Sostatt skal koronupass vísast á sjukrahúsum, á ellisheimum, á matstovum, í náttarlívinum o.s.fr. Fyri nógv er tað óivað ein lætti, at ætlanirnar hjá landsstýrinum í sambandi við handfaring av koronustøðuni gerast greiðari.
Men út frá einum løgfrøðiligum sjónarmiði kann man undrast á handfaringina. Tí hvat er tað, sum vit tosa um?
Talan er um eina nágreiniliga frágreiðing um, hvussu fólk skulu uppføra seg og um hvørji tiltøk verða sett í gildi. Orð sum “krav”, “afturlating”,“steingja” og “koronupassið skal brúkast” verða nýtt og geva eina fatan av, at talan er um krøv, sum eru bindandi fyri tann einstaka. Hvørki í skjalinum – ella aðrastaðni – stendur nakað um, at landsstýrið ætlar sær at lóggeva um hesi viðurskifti, herundir um, at grundlógartryggjaði rætturin at savnast skal skerjast.
Tí kann man ivast í, um landsstýrið tilvitað ella ótilvitað villleiðir móttakaran, sum í hesum føri eru allir borgarar í landinum. Landsstýrisfólk eru sum ovastu stjórar fyri fyrisitingina bundnir av teimum reglum, sum eru galdandi fyri fyrisitingina, undir hesum krøvum um at virka sakliga og at lýsa mál rættvísandi. Tað merkir, at tá landsstýrisfólk virka í leiklutinum sum landsstýrisfólk, so ber tað ikki í øllum førum til at málbera seg politiskt, um fólk við hesum fáa eina skeiva fatan av, hvat er galdandi, og hvat tað er, sum tey hava skyldu at gera ella ikki.
Í Danmark...
Í flestu førum ber tað ikki til at samanbera koronuhandfaringina í Føroyum og Danmark, tí at strategiirnar hava verið grundleggjandi ymiskar. Samfeløgini eru eisini í hesum samanhangi so ymisk, at tað neyvan gevur meining at hava somu strategi.
Tá tað so allíkavæl skulu skrivast nakrar reglur um Danmark, er tað tí, at støðan í londunum júst nú er samanbærlig.
Eins og í Føroyum er koronustøðan í Danmark versnað seinastu dagarnar. Støðan er versnað so nógv, at stjórnin hevur tikið stig til at seta krav um koronupass til ymisk tiltøk o.s.fr. Kravið um koronupass kom í gildi 12. november 2021. Undan gildiskomuni hevur stjórnin lagt uppskotið fyri farsóttarnevndina í Fólkatinginum, sum hevur tikið undir við uppskotinum. Við heimild í epidemilógini eru 10 kunngerðir settar í gildi, sum eru grundarlag undir inntrivinum.
Leggjast kann aftrat, at tað í Danmark hevur verið nógv kjak um, hvørt Fólkatingið hevur latið stjórnini ov víðar heimildir. Fólkatingið hevur tó fingið høvið at viga atlitið til heilsuligu, búskaparligu og samfelagsligu avleiðingarnar upp í móti atlitinum til grundleggjandi frælsisrættindi hjá borgarum – og hevur samtykt at lata stjórnini ávísar nágreinaðar heimildir, sum nú verða nýttar til at heimila kravinum um koronupass.
Kravið um koronupass, sum er sett í gildi í Danmark, er neyvt tað sama, sum verður “sett í gildi” í Føroyum sum tilmæli frá 13. november 2021. Eingin føroysk lógaráseting ella kunngerðaráseting er tó um koronupass ella nýtsluna av koronupassi í Føroyum.
Løgtingið
Tað er í hesum høpinum eisini týdningarmikið at hava við, at tá landsstýrið stýrir samfelagum uttan lóggávu, er eisini trupult hjá løgtinginum at hava eftirlit – t.e. parlamentariskt kontrol – við tí, sum landsstýrið ger.
Í stýrisskipanarlógini er tríbýtið í Føroyum skipað eftir tí leisti, sum er í øllum fólkaræðisligum londum á okkara leiðum. Býtt er í lóggevandi, útinnandi og dømandi vald.
Í § 1 í stýrisskipanarlógini er ásett, at í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómstólunum.
At lóggávuvaldið er hjá løgmanni og løgtingið hevur við sær, at tað eru hesi sum í sameining áseta rættarreglur, sum eru bindandi fyri borgarar o.o., og sum samfelagið er grundað á.
At útinnandi valdið er hjá landsstýrinum hevur við sær, at endaliga fyrisitingarliga ábyrgdin er hjá landsstýrinum, og at landsstýrið hevur politisku og rættarligu ábyrgdina av hesi fyrisiting. Útinnandi valdið kann ikki áseta rættarreglur, sum eru bindandi fyri borgarar, uttan so, at hetta er heimilað í lóggávu, sum er samtykt av lóggávuvaldinum.
Valdsbýtið í § 1 avmarkar sostatt, hvørjar reglur landsstýrið kann fáa heimild at áseta. Meðan løgtingslógir kunnu hava ásetingar um alt, sum ikki gongur í móti hægri yvirskipaðari lóg, so sum grundlóg, heimastýrislóg ella stýrisskipanarlóg, so kunnu kunngerðir bert áseta almennar rættarreglur í nærri ásettan mun, sum eru innan fyri heimildina í løgtingslógini.
Hetta merkir, at grundleggjandi reglur eiga ikki at ásetast av landsstýrinum. Kunngerðir kunnu bara nágreina tað, sum longu er ásett í løgtingslógini. Ásetingar um grundleggjandi reglur fyri borgaran, vinnulív o.o. skulu tí standa í løgtingslóg.
Dømandi valdið er hjá dómstólunum, sum døma fyri brot á lóggávu og sum í síðsta enda eisini kunnu kanna, um lóggevandi og útinnandi valdið hava hildið seg innan fyri givnu karmarnar.
At valdið er býtt í trý hevur m.a. við sær, at valdsgreinarnar innanhýsis kunnu ansa eftir, at eingin fer ov langt í mun til tað valdið, sum er tillutað. Ein týdningarmikil leiklutur hjá lóggávuvaldinum er tí at hava eftirlit við, at útinnandi valdið førir lóggávu út í lívið, soleiðis sum tað var ætlað. Ein uppgáva hjá løgtinginum er sostatt at halda eyga við, at landsstýrið ger tað, sum løgtingið hevur samtykt, ella sum tað er ein meiriluti í løgtinginum, sum stuðlar. Hetta parlamentariska eftirlitið er ein íbygdur og týdningarmikil partur av valdsbýtinum.
Men um landsstýrið velur at stýra landinum við tilmælum, ber illa til hjá løgtinginum at hava eftirlit og í síðsta enda er einki, sum kann leggjast fyri dómstólarnar at royna.
Samanumtøka
Koronufarsóttin hevur herjað um allan heimin í næstan tvey ár. Semja tykist vera um, at vit í Føroyum eru komin væl gjøgnum kreppuna. Okkara heilsuverk er ikki hoknað undir trýstinum, vit hava megnað at hildið sjúkuni niðri og hava í stóran mun – í øllum førum samanborið við onnur lond – livað rættiliga ótarnað.
Men spurningurin er, hvussu okkara rættarsamfelag hevur tað. Landsstýrið hevur tvíhildið um – og ger tað enn – at tað ikki skal lóggevast, og at landið skal stýrast við tilmælum. Í einari kreppustøðu hevur landsstýrið sostatt valt at víkja frá vanligari siðvenju og víkja frá tí, sum annars átti at verið ein hornasteinur í einum rættarsamfelag, nevniliga lóggáva. Tað ber ikki til at siga við vissu, men tað er hugsandi, at heldur hetta fram, so kann hetta fáa týðandi avleiðingar fyri álitið á rættarsamfelagið.
”Tilmælið” til landsstýrið skal tí vera at virða tríbýtið av valdinum. Inntriv verða ikki meira inntrívandi fyri tann einstaka av, at tey hava heimild í lóg. Eitt møguligt “tilmæli” um, at tað ikki skulu verða fleiri enn 10 fólk, sum savnast (stig 3, reytt), verður sostatt ikki meira inntrívandi, um løgtingið hevur havt høvi til at taka støðu til, um landsstýrið skal sleppa at avmarka grundleggjandi rættin at savnast, tá heilsumyndugleikarnir meta, at smittutrýstið er serliga stórt. Tvørturímóti gevur hetta fólkavalda løgtinginum og almenninginum møguleika at taka støðu og kjakast um, hvar markið eigur at ganga og hvussu atlitini skulu vigast. Harumframt gevur hetta eisini dómstólunum møguleika at royna, um avgerðir og møgulig inntriv eru lóglig.
Hetta hevði betra um rættarstøðuna hjá øllum borgarum.
Katrin Thorsvig Hansen og Elisabeth F. Rasmussen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo