Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tíðin er komin at standa saman og vinna móti Hamas, sigur andstøðuleiðarin í Ísrael, Benny Gantz, sum í dag gjørdist partur av nýggju kreppustjórnini.

– Tað finst ein tíð fyri kríggi og ein tíð fyri friði. Nú er ein tíð fyri kríggi, segði Gantz, sum er fyrrverandi verjuovasti og generalur í Ísrael, skrivar NRK.

Í kvøld stóð hann saman við forsætisráðharranum Benjamin Netanyahu og verjumálaráðharranum Yoav Gallant og lovaði harða mótstøðu móti Hamas, sum um vikuskiftið framdi álop á Ísrael. Gantz og Netanyahu gjørdust fyrr í dag samdir um at skipa eina kreppustjórn, sum víðkar stjórnina.

– Vit berjast móti einum felags fígginda, ein sum er verri enn IS, segði Netanyahu, sum segði at ósemjurnar vóru skúgvaðar til viks fyri at tryggja framtíð Ísraels.

– Vit fara at oyða Hamas. Hamas fer ikki at vera til, legði Gallant afturat, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo