Vit í Krabbameinsfelagnum eru ómetaliga takksom, at 3-Tesla MR-skannarin nærkast í hvørjum
At fáa staðfest krabbamein so skjótt sum til ber, tað hevur alt at siga.
At sjúklingurin eisini kann verða kannaður so væl, so ómakaleyst sum til ber og í Føroyum, hevur alstóran týdning.
Í krabbameinsætlanini, sum varð handað í apríl í fjør, eru 69 tilmæli.
Eitt av teimum er, at nýggjur MR-skannari, ein 3-Tesla MR-skannari, verður keyptur skjótast til ber.
3-Tesla MR-skannarin fer at gagna okkum føroyingum nógv.
Tá ið talan er um illgruna um krabbamein, gagnar hann serliga teimum, har illgruni er um prostatakrabba ella um arviligan bróstkrabba.
Stóra tøkk tit, sum geva gávuna.
Takk Margit Stóra, at tú ynskir at taka ímóti gávuni.
Durita Tausen,
formaður í Krabbameinsfelagnum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo