Sjúrður Skaale á Facebook: Jóanes Nielsen hevur brúkt ein stóran part av sínum lívi til at tala fyri og verja eina forferdiliga og blóðiga sak: kommunismuna.
Onnur, sum lótu seg tøla av hesi eitrandi politisku religión, hava tikið í egnan barm og tikið frástøðu frá tí. Men ikki Jóanes Nielsen.
Hansara loyalitetur móti kommunistisku mordarunum í Kreml tykist nú í staðin verða fluttur yvir á diktatorin, sum vil endurreisa heimsveldið, sum fall við kommunismuni – kosta tað blóð, tað kosta vil.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo