Onkur av teimum, sum hava boðað frá, at tey stilla upp til komandi fólkatingsval, meina, at vit skulu fara burturúr ríkisfelagsskapinum, og stovna ein Ríkjafelagsskap saman¨við Danmark og Grønlandi.
Ríkjafelagsskapur er nakað sum hoyrir miðøldini til. Tað merkir bara, at sjálvstøðug lond hava ein felags kong. Annars hava tey onki í felag.
Endamálið við Ríkisfelagsskapinum, er at hava nakað í felag, sum kann geva okkum fyrimunir av ymsum slagi.
Og hví skal Danmark fara í Ríkjafeagsskap við Føroyar. Tað gevur onga meining.
Plasera teg har tú fært RíkISfelagsskap fyri pengarnar, og ikki ein skralltóman RíkJA-Felagsskap.
Jákup Fróði Djurhuus
Sambandsflokkurin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo