Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Methøga smittustøðan, ið eisini sendir hópatal av frískum fólki heim í sóttarhald, hevur havt stórar avleiðingar fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.

Landsstýrið hevur, líka síðani koronusjúkan tók seg upp fyri skjótt tveimum árum síðani, valt at hava dagstovnaøkið opið, so at samfelagið annars kann virka so vanligt sum til ber.

Gjøgnum longri tíð, bæði áðrenn og eftir summarferiuna 2021, eru stovur og stovnar rakt av koronu og sóttarhaldi. Tó sæst stóra økingin í smittu beint áðrenn og serliga eftir jóltíðir aftur á okkara dagstovnaøki, soleiðis at talan nú er um fleiri stovnar í senn, har tað áðrenn mest hevur verið á einstøkum stovum á einstøkum stovnum.

Við tilmælum og vegleiðingum frá heilsumyndugleikunum hava kommunan og einstøku stovnarnir skipað námsfrøðiliga virksemið soleiðis, at hetta fyri starvsfólk og børn hevur verið trygt og mennandi undir teimum umstøðum, sum støðan nú einaferð hevur loyvt.

Starvsfólkini á dagstovnaøkinum hava alt koronutíðarskeiðið tikið ómetaliga stór tøk, so at foreldur hava kunnu røkt sítt arbeiði, útbúgving ella annað.

Men hetta síðsta tíðarskeiðið við Omikron hevur verið møðsamt og slítandi – bæði fyri starvsfólk og foreldur er hetta ótolandi í longdini.

Trupult er hjá stovnsleiðarum at leggja arbeiðsætlanir, tá starvsfólk brádliga eru vorðin positiv ella skulu i sóttarhald. Hetta hevur við sær, at fleiri stovnar í kommununi hava havt opið við skerdum virksemi, sum merkir, at til ber ikki at taka ímóti øllum børnunum sum vanligt.

Umstøðurnar gera, at ætlanir verða broyttar frá degi til dags, og alt dagstovnavirksemið kemur undir stórt trýst.

Áheitan
Foreldrini hava alt hetta tíðarskeiðið skilt hesa støðu væl, hóast at hetta eisini kann koma tvørt fyri hjá teimum eins og fyri teirra arbeiðsgevarar. Øll vóna vit, at henda smittustøðan skjótt hæsar av.

Starvsfólkini á dagstovnaøkinum gera øll sítt ítasta og hava alt rós uppiborið fyri, at tey, í truplu støðuni, framhaldandi fara at skipa dagstovnavirksemið so skilagott sum til ber, og vit ivast ikki í, at foreldrin eisini komandi tíðina skilja og taka atlit til sperdu koronustøðuna á dagstovnunum.

Annfinn Brekkstein
Formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo