Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vinarligast biðjast øll samfelagssinnaði og solidarisk fólk, ikki minst ábyrgdarfólk í Sambandsflokkinum stilla okkara passiva, uppsteðgaða ella næstan apatiska løgmanni henda einfalda almenna spurning:

Um tað er diskriminerandi við koronapassi, vóru so teir føroyingar, sum ikki høvdu koppaattest í 1950unum alvorliga diskrimineraðir?

Teir komu jú ikki við til nakað alment kollektivt virksemi.

Men nei, teir vóru ikki forfylgdir ella diskrimineraðir!

Teir høvdu jú sjálvir sett seg uttanfyri tann kollektiva og solidariska felagsskapin.

Teir vístu hvørki ábyrgd ella samfelagssinni.

Skuldu teir so premierast fyri tað?

Sjálvandi ikki, og tí livdu teir í einum heilt sjálvvaldum, isoleraðum parallel-samfelag.

Í løtuni er krav um koronapassið tann fremsta verndin í flestu vestur- og centraleuropeisku londum. Koronapass má vera eitt krav á øllum skrivstovum, stovnum, hotellum, restauratiónum og vertshúsum, sum tað er á tí europeiska kontinentinum.

Virgar Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo