Vælumtóktu Koronakonsertirnar halda fram hetta vikuskiftið, og eru tað nakrir av fremstu tónleikarunum á føroyska pallinum, ið fara at framføra.
Seinasta vikuskiftið vóru tað útivið 25.000 fólk, ið hugdu at konsertunum, og í gjár vóru tað yvir 9000 fólk, ið stroymdu konsertina, tá Signar í Homrum framførdi á Torginum í SMS.
Í kvøld, fríggjakvøldið, kl. 21 verður fimta konsertin í røðini stroymd av Torginum í SMS, og tað verða Lena Anderssen og Niclas Johannesen, ið koma á gátt hjá Kim Hansen, sum er vertur.
Fólk hava veruliga tikið Koronakonsertirnar til sín við tí lætta hýrinum og góða tónleikinum og fleiri senda heilsanir á Facebook og takka fyri konsertirnar.
Skráin hetta vikuskiftið sær soleiðis út:
Fríggjakvøldið 27. mars: Lena og Niclas
Leygarkvøldið 28. mars: Eyðun og Terji
Sunnukvøldið 29. mars: Páll og Finnur
Allar konsertirnar verða stroymdar kl. 21 á koronakonsert.fo og á Facebooksíðuni Koronakonsert.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo