Mikudagin 1. septembur letur kanningarstøðin hjá Thetis í Vága Floghavn aftur. Tískil verður ikki møguligt at lata seg kanna og ei heldur at fáa koronupass í Vágum.
Avgerðin er grundað á, at kanningarnar við landamarki steðga 1. septembur, og tí er ikki grundarlag fyri at halda fram við virkseminum í Vágum.
Tað er tó møguligt at lata seg kanna fyri koronu og fáa koronupass hjá Thetis á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn.
Tað er eisini møguleiki at fáa koronupass á heimasíðuni coronapass.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo