Næstu vikurnar fer Thetis at gera koronakanningar kring allar Føroyar.
Fleiri og fleiri kommunur og virkir vilja at borgarar og starvsfólk teirra vera kannað fyri koronu.
Thetis hevur nú eina far-eind, sum fer at koyra til flestu økir í Føroyum at gera kanningar.
Við hesum sleppa fólk á smærri plássunum í landinum undan at ferðast til Havnar at lata seg kanna.
Les meira á www.facebook.fo/thetisfo og á heimasíðuni www.coronatest.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo