FSF: Korona órógvar eisini Betri Deildini hjá monnum, og nú er greitt, at tað verður ikki fyrr enn sunnudagin 7. november, at stigatalvan fyri landskappingina 2021 verður endaliga uppgjørd.
Sunnudagin bleiv dysturin millum B36 og Víking avlýstur orsaka av korona í B36-hópinum. Avleiðingarnar vóru, at sjey spælarar hjá árstalsfelagnum eru koyrdir í sóttarhald næstu tíggju dagarnar.
Hetta hevur við sær, at seinastu tveir landskappingardystirnir hjá B36 eru útsettir.
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at útsetti dysturin millum B36 og Víking verður spældur hósdagin 4. november, og dysturin í Runavík millum NSÍ og B36, sum skuldi vera komandi leygardag, er fluttur til sunnudagin 7. november.
Leygardagin 30. oktober
EB/Streymur – B68
HB – ÍF
Víkingur – KÍ
TB – 07 Vestur
Hósdagin 4. november
B36 – Víkingur
Sunnudagin 7. november
NSÍ – B36
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo