Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Brot á sjónvarps-avtaluna kann skapa stórar avbjóðingar fyri Premier League-feløgini.

Viðurkendi sportsmiðilin The Athletic skrivar nú at feløgini hava fingið boð um at tey mugu gjalda rokningina á 762 milliónir pund í mistum sjónvarps-inntøkum, um sesongin ikki verður fullførd.

Feløgini hava fingið boð um hetta á einum videofundi við Premier League-leiðsluna hósdagin.

Í Onglandi er raksturin av fleiri feløgum treytaður av sjónvarps-inntøkunum og The Athletic skrivar at tað eru feløg sum bera ótta fyri at noyðast at siga starvsfólk upp.

Stóru feløgini sum Manchester United og Liverpool hava givið boð um at tey fara framhaldandi at hava síni starvsfólk og gjalda teimum løn uttan mun til um sesongin verður avlýst ella um dystirnir verða leiktir uttan áskoðarar, skrivar norska Nettavisen.no.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo