Heilsumálaráðið: Heilsumyndugleikarnir og Hotel Vágar hava gjørt avtalu um, at Hotel Vágar skal hýsa teimum borgararum, sum landslæknin velir at avbyrgja í sambandi við, at korona virus er staðfest í Føroyum.
Endamálið við at avbyrgja borgarar er at byrgja fyri, at fleiri borgarar verða smittaðir.
Á Hotel Vágum fáa tey avbyrgdu hvør sítt kamar, ið hevur teir hentleikar, sum heilsumyndugleikarnir halda eru neyðturviligir.
Á Hotel Vágum eru 25 kømur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo