Kórsamband Føroya: Av tí at Covid-19 smittan hevur lagt alt kórvirksemi lamið í minsta lagi fram til 2. páskadag 13. apríl hevur nevndin í kórsambandinum avgjørt at eingin kórfestivalur verður hildin í ár.
Ætlanin var at kórfestivalurin skuldi vera í Norðurlandahúsinum 1. og 2. mai.
Kórfestivalurin hevur nú í fleiri ár verið skipaður sum kórkapping og seinastu árini hava eini 15 kór úr øllum landinum luttikið.
Miðað verður fram ímóti at Kórfestivalur aftur verður hildin á vári 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo