Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

COVID-19 Koppsetingarbólkurin: - Foreldrini vórðu upprunaliga biðin um at lata børnini koppseta fyri at forða smittuútbreiðslu og við tí verja gomul og heilsuveik fólk. Tað gav meining tá og var eitt sakligt argument, men tað gevur ikki meining nú, og tí eiga vit heldur ikki at mæla foreldrunum til at lata børnini koppseta, men bara geva teimum tilboðið, sigur Absalon Eysturoy, serlækni í barnasjúkum og yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Við Omikron-frábrigdinum hevur koronufarsóttin broytt skap, bæði tá tað ræður um smittuútbreiðslu, sjúkugongd og virknað av koppsetingum. Barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum siga, at tað bert í serligum førum er átrokandi at koppseta børnini, og at tað annars ikki er læknafrøðiligt grundarlag fyri beinleiðis at mæla til koppseting av øllum teimum 5-11 ára gomlu. Øll í aldursbólkinum fáa tó tilboð um koppseting.

Stutt fyri jól fingu øll tey 5-11 ára gomlu børnini tilboð um ókeypis koppseting fyri COVID-19, og tá var nyttuvirðið av koppsetingini mett at vera stórt, tí koppseting av børnunum var við til at byrgja upp fyri smittuútbreiðslu ímillum eldri og heilsuveik fólk og fólk við veikari immunverju.

Tilboðið til allan aldursbólkin stendur við, men tað verður kortini ikki beinleiðis mælt til koppseting av teimum frísku børnunum, soleiðis sum tað er gjørt fyri hinar aldursbólkarnar, ið frammanundan hava fingið tilboð um koppseting.

Orsøkin til, at munur verður gjørdur á, er Omikron-frábrigdið, ið nú er tað, sum nógv tey flestu verða smittað við.

Tá tilboðið til tey 5-11 ára gomlu kom, var tað Delta-frábrigdið, sum herjaði, og tá var nyttuvirðið av at koppseta børnini nógv størri enn við Omikron-frábrigdinum. Tí koppingarevnini verja væl ímóti Delta-frábrigdinum, bæði tá tað snýr seg um at forða fyri smittuútbreiðslu og um at linka sjúkugongdina hjá teimum, ið kortini verða smittað.

Vandin fyri álvarsligari sjúku er væl minni við Omikron-frábrigdinum, men tað smittar uppaftur verri enn Delta-frábrigdið, og koppingarevnini megna bara í lítlan mun at minka um smittuútbreiðsluna av Omikron-frábrigdinum.

Tað eru læknarnir á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum samdir um, og tí halda teir ikki, at nakað læknafrøðiligt  grundarlag longur er fyri beinleiðis at mæla til, at frísk og heilsusterk børn verða koppsett fyri COVID-19. Eitt tilboð um koppseting er nóg mikið, siga teir.

Koppsetingarbólkurin hevur ráðført seg við barnalæknarnar og fylgir teirra tilráðing.

Vanliga hevur koppsetingarbólkurin annars fylgt leistinum hjá donsku heilsumyndugleikunum, men tað verður ikki gjørt í hesum førinum. Donsku heilsumyndugleikarnir mæla nevniliga greitt til, at øll tey 5-11 ára gomlu børnini verða koppsett. Føroyar fylgja sostatt í hesum førinum leistinum hjá heilsumyndugleikunum í bæði Noregi og Svøríki, har koppseting av børnunum eisini er eitt tilboð og ikki eitt tilmæli.

Absalon Eysturoy, serlækni í barnasjúkum og yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, vísir á, at upprunaliga høvuðsargumentið fyri at koppseta henda aldursbólkin var at minka um smittuútbreiðsluna fyri at verja eldri fólk og fólk í serligum vandabólkum, tí tað var væl skjalfest, at koppingarevnini í so máta riggaðu væl ímóti Delta-frábrigdinum.

- Tað argumentið heldur ikki longur, tí nú vita vit, at koppingarevnini hava lítla ávirkan á Omikron-frábrigdið, tá tað snýr seg um at forða smittuútbreiðslu. Beint eftir koppsetingina er vandin fyri smittu í besta føri niðursettur við einari helvt, men virknaðurin minkar nógv skjótari enn væntað, og eftir bara einum mánað er hann lítil og ongin. Foreldrini vórðu upprunaliga biðin um at lata børnini koppseta fyri at forða smittuútbreiðslu og við tí verja gomul og heilsuveik fólk. Tað gav meining tá og var eitt sakligt argument, men tað gevur ikki meining nú, og tí eiga vit heldur ikki at mæla foreldrunum til at lata børnini koppseta, men bara geva teimum tilboðið, sigur Absalon Eysturoy.

Hann leggur tó dent á, at tað kortini eru børn, sum við vissu fáa gagn av at verða koppsett fyri COVID-19. Tað eru serliga børn við kroniskum sjúkum, børn við veikari immunverju, og børn, sum fara at ferðast í londum við nógvari smittu. Eisini kunnu børn, sum eru nógv saman við eldri fólki ella heilsuveikum fólki, verja hesi við at lata seg koppseta.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo