Tey, sum eru fólkapensionistar í dag, minnast helst væl, tá ið vit skuldu vísa eina læknaváttaða koppaattest, hvis vit skuldu fara til størri almenn tiltøk, skótalegur ella uttanlands ferðir.
Man slapp heldur ikki í kommunuskúlar, uttan attestina.
Tað funnust kortini privatskúlar, har man slapp undan.
Tey allarflestu hildu tað vera eina skilagóða skipan, sum mátti vera obligatorisk, tí fólk ræddust líka illa koppar, sum tuberklar.
Í dag gremja forkelaði fólk seg við løgmanni á odda um Koronapassið, sum er minst líka neyðugt og heilt analogt við koppa-passið.
Her manglar avgjørt ábyrgdarkensla og samfelagssinni.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo