Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ein stórur flokkur av monnum, sum vanliga róðu út í Klaksvík, fór í 1959 til Eystur-grønlands, har teir vónaðu at fáa fisk. Um hetta mundið slapst ikki til Íslands, tí vit høvdu ongan sáttmála fingið við Ísland, síðani fiskimarkið varð flutt út í 1958. Undir Føroyum fekst ikki nógv seinna partin av sumrinum, men úr Ammassalikk frættist frá góðum fiskiskapi.

Hetta fekk fleiri kompaní at gera seg út til fiskiskap har. Fyrstir avstað vóru trolararnir ”Venus” og ”Gullfinnur”. Tað gekst striltið hjá teimum at koma inn um ísin, og tá teir ætlaðu at fiska, vóru myndugleikarnir eftir teimum.

”Karin K” fór eftir ólavsøku. Hon hevði góða ferð yvir, men hevði ilt við at sleppa á fiskileið fyri ísi. Leitað varð heilt frá Kappanum norður til Ammassalikk. Við ”Karin K” vóru 40 mans. Av teimum skuldu einir 20 arbeiða fiskin umborð. Við útróðrarbátunum vóru aðrir 90 mans.

Tá føroyingarnir komu yvir, vóru samráðingar millum føroyska landsstýrið, ríkisstjórnina í Danmark og grønlendska landsráðið um rættindini hjá føroyingum. Tá sáttmáli varð gjørdur um Grønland veturin fyri, hildu føroyingar, at teimum var frítt at fiska inn í klettin í øllum Eysturgrønlandi.

Nú segði stjórnin í Keypmannahavn, at hetta var ikki so. Eitt sjómark, sum var tríggjar fjórðingar, galt fyri alla leiðina. Tað kom føroyingunum dátt við, tí tað var her, teir væntaðu at fáa fiskin. Partarnir tingaðu seg til eitt úrslit, sum lat nakað nógv av Eysturgrønlandi upp, men ikki har sum fiskurin var úti fyri Ammassalikk.

Álvarsom diplomatisk kreppa var í ríkinum, men føroyingarnir vóru ikki riknir úr Eysturgrønlandi, tí lógarverkið hevði ongar reglur um revsing fyri brot á eina kunngerð, sum galt fyri fiskiskap á hesum leiðum.

Danir vóru serliga bangnir fyri, at norðmenn fóru at reisa uggafjarðarnar, sluppu føroyingarnir at fiska innan fyri markið, sum galt fyri norðmenn og aðrar.

Túrurin var ikki góður og kostaði ein heilan trolara. ”Gullfinnur” breyt skrúvuna og varð lagdur fyri teym við Ammassalikk, men várið eftir sakk hann í ísinum. Missurin var neyvan stórur, tí hetta var hansara seinasti túrur, áðrenn hann skuldi høggjast upp.

Jógvan Arge í Smæruni í Klaksvík mikudagin 19. februar kl. 15.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo