Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í mong ár er ein miðsavning farin fram í Føroyum. Høvuðsstaðurin veksur alsamt og teir flestu almennu stovnarnir eru í Havn - tó so eru nakrir stovnar fluttir út um høvuðsstaðin. At tað er rætta leiðin, eru fleiri samd um.

Men hvar skulu almennu stovnarnir staðsetast? Hví eru vit farin at tosa um at flyta almennar stovnar? Hvørja ávirkan hevur hetta á stovn, stað og fólk? Hvat  sigur gransking og royndir innan økið?

Hetta er evnið, ið verður viðgjørt á tiltakinum Almennir stovnar og staðseting,  sum verður í Perluni mikukvøldið 18. apríl kl. 20.

Luttakararnir eru:

KÁRI HOLM JOHANNESEN, HAGSTOVA FØROYA
Bústaðarmynstrið í Føroyum broytist og hevur gjørt tað seinastu mongu árini. Alsamt fleiri fólk flyta til høvuðsstaðarøkið, og hóast  undirstøðukervið dúgliga verður ment, heldur gongdin fram. Kári Holm Johannesen fer at greiða frá bústaðarmynstri og broyttum undirstøðukervi.

SÚSANNA OLSEN, SAMFELAGSFRØÐINGUR
Hvat merkir hugtakið og fyribrigdið útflyting av almennum stovnum/arbeiðsplássum?
Hvat siga útvald ástøði og gransking um útflyting, og í hvønn mun hava ástøðini frágreiðingarmegi, um útflyting av almennum arbeiðsplássum í FO?

HILMAR ELIASSEN, STRANDFARASKIP LANDSINS
Strandfaraskip landsins er ein av almennu stovnunum, sum er fluttur úr Havnini. Hilmar Eliasen er stjóri á Strandferðsluni og kemur  at siga frá royndum og upplivingum teirra eftir, at Strandferðslan varð flutt úr Havn til Tvøroyrar í 2008.

JÓHANN LÚTZTEN
Fleiri tala fyri, at at almennir stovnar eiga ikki bert at liggja í høvuðsstaðnum, men heldur verða spjadd kring landið. Ein teirra  er Jóhann Lútzen, og kemur hann at siga sína hugsan um, hví so átti at verið.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo