Val hevur verið í Nýsælandi, og nú yvir 80% av atkvøðunum eru taldar er greitt, at stjórnarskifti verður í landinum.
Forsætisráðharrin Chris Hipkins úr Labour flokkinum hevur boðað frá, at hann leggur frá sær. Hann tók við eftir Jacinda Ardern, sum óvæntað legði frá sær í apríl.
Formaðurin í konservativa flokkinum, sum vann valið við 40% av atkvøðunum, Chris Luxon, fer at standa fyri at skipa nýggja stórn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo