Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uppteljingin eftir valið í Spania vísir, at konservativi flokkurin PP er størst, men fær ikki meiriluta, heldur ikki við møguligum stuðli frá høgraflokkinum Vox, skrivar NRK.

Leiðarin í PP, Alberto Nuñez Feijóo, sigur seg fara at royna at fáa nokk stuðul til at skipa eina stjórn, skrivar avísin El Pais.

Samtíðis hava sosialistaflokkurin PSOE og forsætisráðharrin Pedro Sanchez ikki slept ætlanini um at fáa eitt fleirital og varðveita maktina.

Teir 350 sessirnir í parlamentinum nú 99,8 prosent av atkvøðunum eru taldar upp geva PP 136 sessir, PSOE 122 sessir, Vox 33 sessir og Sumar 31 sessir.

Sostatt hava hvørgin av blokkunum reinan meiriluta, sum eru 176 sessir. Teir seinastu 28 sessirnar fáa sjey av lítlu flokkunum, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo