Vældámda songkvinnan Kristina Bærendsen fer at syngja eina serliga konsert í Steinatúni. Konsertin verður í morgin mikudagin kl. 17 og er ein upphiting til konsertina á Summar Festivalinum leygarkvøldið.
Kontri- og gospeltónarnir hjá Kristinu verða at hoyra í Steinatúni við fullari manning, sum eisini verður við á Vágsbøi, tá ið tey fara at syngja og spæla har.
Tórshavnar kommuna hevur umskipað og snøggað Steinatún, og konsertin mikudagin er fyrsta royndin at nýta hetta opna miðbýartorgið til eina konsert.
Kristina hevur annars úr at gera og sang eitt nú fyrr í ár í íslendska Grand Prixinum við sera vøkrum sangi. Øll kenna sangin í Íslandi, og kanska verður hann eisini at hoyra í Steinatúni mikudagin kl.17.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo