Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra í Leirvíkar kirkju, mikudagin 27. apríl 2022 kl.20.
Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í mai í ár fara tey á konsertferð til Sveis. Hetta er aðru ferð, at tey vitja í Sveis.
Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, William Heinesen, Jens Christian Svabo, brellbita av ungverskum Czardas og so okkurt forkunnugt úr Sveis, heimlandinum hjá Moniku
Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo