Í dag er fyrsti sunnudagur í advent, og í kvøld verður adventshugni í Vestmanna kirkju, har Vestmanna Kirkjukór og Blátt Gras framføra.
Nógv spennandi verður á skránni, millum annað verða solorøddir sum Birita Poulsen, Erla úr Dímun og John Jacobsen at hoyra.
Konsertin, sum er ókeypis, byrjar klokkan 19, og fyrireikararnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo