Hoyvíkar kirkja: Konsert verður í Hoyvíkar Kirkju sunnudagin 28. apríl kl. 16 við Morgunkórinum og íslendska kórinum Harmóníukórinn.
Morgunkórið, ið komandi ár hevur 10 ár á baki, er blandað kór undir leiðslu av Sigrið Sivertsen. Kórið hevur einar 60 limir, harav gott og væl fjøruti eru virknir.
Harmóníukórinn er blandað kór úr Reykjavík og er stovnað í 1991. Kórið, ið er undir leiðslu av Sólveig Sigurðdardóttir, hevur nakrar og fjøruti sangarar, harav 38 eru við á konsertferðini til Føroya í døgunum 26. - 29. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo