Mikudagin 22. mai kl. 17.00 verður konsert í Hoyvíkar Kirkju við strúkaraorkestrunum og akkordeon orkestrinum á Tórshavnar Musikkskúla.
Orkestrini hava nú havt samanspæl skúlaárið 18/19 og hetta er teirra seinasta almenna konsert áðrenn farið verður í summarfrí.
Tey fara at framføra lættan og yndisligan klassiskan tónleik, sum fevnir um bæði Bach og Piazolla.
Konsertin er ókeypis og varir ein tíma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo