Í kvøld, fríggjadagin 27. mai kl. 19, verður forkunnug konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tað er John Høybye, sum í dag er 83 ára gamal og framvegis er virkin, sum vitjar við sínum gamla Tritonus kóri, Diabolus.
John Høybye er kendur danskur kórleiðari og komponistur, sum mangan hevur vitjað Føroyar og Fuglafjørð áður. Hann var fyrstu ferð í Fuglafirði í 1981 og sang við børnum í skúlanum, og hann var til sera stóran íblástur fyri sangin í Fuglafjarðar skúla og ikki minst Fuglafjarðar Gentukór.
John Høybye hevur ynskt, at gamla gentukórið og Fuglafjarðar sangkór skulu vera við á konsertini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo