Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, fellur. Tað er serliga tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum tikist at vera stúrin, Byggivinnan er heldur ikki eins bjartskygd longur. Hinvegin eru væntanirnar hjá handilsvinnuni nakað betri, enn tær hava verið.

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.

Konjunkturbarometrið er nú -5. Tað er væl niðan fyri langtíðarmiðal, sum er 16. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Konjunkturbarometrið sigur nakað um, hvussu húsarhald og vinna meta, at tíðirnar eru, og geva ábending um búskapargongdina. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja kanning sær.

Tilfeingis- og ídnaðarvinnan framvegis stúrin
Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnu er minkaður frá -19 niður í -33. Færri bíleggingar, størri goymsla og verri útlit fyri framleiðsla komandi árið. At framleiðslan fer at minka, hongur møguliga saman við at bíleggingarnar minka, og at goymslurnar eru stórar. Minkandi virksemi í tilfeingisvinnuni sæst aftur í arbeiðstørvinum. Tilfeingisvinnan væntar nú, at arbeiðstørvurin fer at minka komandi árið. Manglandi arbeiðsmegi hevur eisini verið ein avmarking fyri vøkstri í fleiri føroyskum vinnum, men hendan avmarking tykist ikki at vera minkað mikið.

Føroyska tilfeingisvinnan ávirkast av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur. Tað er serliga bíleggingarnar úr útlandinum, ið eru fækkaðar, umframt at fyritøkurnar svara, at útlendski marknaðarlutur teirra er versnaður.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo