Løgmaður vil hava eina loysn á verkfallinum áðrenn komandi vikan er hálvrunnin, annars verður vitjanin av ongum.
Tað sigur hann við Útvarpið.
Fríðrikur kongur og Mary drotning skulu ætlandi vitja í Føroyum dagarnar frá 11. til 14. juni. Men sum støðan er í landinum, hongur vitjanin sum skilst í klønum tráði.
- fylgt verður við gongdini, men er onki hent við verkfallinum miðskeiðis í komandi viku, verður vitjanin av ongum á hesum sinni, hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sagt við KvF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo