Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vit hava bjóða øllum valevnum vælkomnum til eitt pallborð, har høvi verður at lýsa egna valskrá og svara spurningum.

Pallborðini eru fýra við høvuðsevnum - tveimum á hvørjum fundi.

Orðstýrari er Árni Gregersen.

Evnini eru:

1. Umhvørvi. Hvat halda tit um nærumhvørvið í kommununi og hvat kunnu vit gera fyri at betra um viðurskiftini. Umhvørvið er bæði tað fysiska og tað meira menniskjaliga. Hvat kunnu vit gera sum kommuna og hvat kunnu einstøku borgararnir gera.

2. Vinnan og býurin. Kommunan hevur brúk fyri vinnu, men hvussu nær eigur vinnan at liggja at bústaðarøkjum og hvat slag av vinnu kunnu vit hava nær bústaðarøkjunum. Hava vit onnur øki til ídnaðin – og hvat kann kommunan gera fyri at varðveita og menna vinnuna í býnum?

3. Skúlar og dagstovnar. Ungdómurin er framtíðin. Hvussu vil tú tryggja at tey ungu trívast í skúlum og á dagstovnum. Hvat heldur tú um, at kommunan veitir teimum ungu mat í skúlunum? Hvussu eigur kommunan at menna viðurskiftini hjá teimum ungu, millum annað við ítrótti og ungdómstiltøkum annars?

4. Samansjóðing av bygdunum í kommununi. Tað eru avbjóðingar við so nógvum spjaddum, smærri samfeløgum í kommununi. Hvussu heldur tú vit kunnu samansjóðast betur í eina kommunu uttan at hvørt samfelag missir sín sereyðkennir?

Vit vilja sjálvandi eisini hoyra sjónarmið tykkara um tilflytarar og hvussu vit taka ímóti teimum – bæði teimum úr Føroyum og úr øðrum londum.

Spurningurin um bústaðmynstrið í kommununi og atgongd til bústaðir er ein annar spurningur – eins og ein kommunal bussleið kemur upp at venda.

Valfundir vera 28. Oktobur og 4. Novembur kl 19-21 í Løkshøll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo