Formaðurin í fregnartænastunevndini í Umboðsmannatinginum, Mike Turner, sendi í dag tíðindaskriv út har hann ávarar um at tað finst ein «álvarsom hóttan móti trygdini í landinum».
Hvør hóttanin er, sigur hann einki um, eftirsum hon er loynisstemplað, skrivar norska TV2.
Turner biður Biden forseta um at almannakunngera tað sum hóttanin snýr seg um.
CNN skrivar at fleiri keldur umtala hóttanina hava samband við Russland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo