Runavíkar kommuna: Nú kongaliga hátignin Hendrik prinsur er látin 83 ára gamal, hevur Ríkisumboðið skipað so fyri, at møguleiki er hjá fólki at skriva samkenslukvøðu í kondolancubókina, sum í hesum viðfangi hevur ligið frammi ymsar staðir í Føroyum.
Í dag og í morgin – 26. og 27. februar - liggur kondolancubókin frammi í býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Báðar dagarnar ímillum kl. 09:00 og 16:00 ber til at støkka inn á gólvið. Øll eru hjartaliga vælkomin, og skuldi tað ikki borið onkrum til, táið opið er, kann ringjast til 237015 ella 237021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo