Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein fáminingur hevði eina grein á VP um kommunusamanlegging í Suðuroy. Eg eri púra samdur í hesi greining av ætlanini. Nú verður øll orka løgd í hesa síðstu roynd, sum er at innlima Hvalba og Sandvík í Tvøroyrar Kommunu.

Yvirtøkubólkurin fanst at fáminingum fyri at siga nei á skeivum grundarlagi. Men tað sokallaða semjuskjali, sum ikki hevur tað innihald, ið bólkurin sjálvur ásetti, at tað skuldi hava, hevur bólkurin onga viðmerking havt til.

Og hví? Jú, man tað ikki vera tí at um innihaldið var fullfíggja, hevði tað verið alt ov nógv Tvøroyri og alt ov lítið Hvalba og Sandvík? Tað hevði ikki tænt endamálinum um yvirtøku, og tí talaði bólkurin ikki at.

Í semjuskjalinum verður sagt, at eldrabýli skal gerast í Hvalba. Er tað besta boð upp á fyrimunirnar við at atkvøda ja á fólkaatkvøðuni? So er ikki gott í væntu. Eldri fólk manglar okkum ikki, tað hava vit nóg mikið av. Tað stendur verri til við ungdómi, tað er har ið nakað munagott skal gerast.

Í 1850 var Lítla Dímun keypt á uppboði. Jóhannus Andrias Næs greiðir frá hesum í bók síni um oynna. Tað bleiv lagt nógv til at oyggin skuldi verða verðandi í Hvalba, tí ein handilsmaður á Tvøroyri ætlaði at yvirtaka hana.

Tað er ikki til skjals hvussu boðini fullu, men úrslitið kenna vit, nevniliga at hvalbingar og sandvíkingar keyptu oynna við hægsta boði. Eyð veri tað at gleði hevur verið í bygdunum um hetta, men tað hava nokk eisini verið blandaðar kenslur.

Yvirtøkuroyndin hjá hesum handilsmanni kostaði sóknini dýrt. Upphæddin í ríkisdálum, ið gjaldast skuldi fyri oynna, var so stór, at so at siga allur tøkur pengingur í sóknini mátti nýtast til hetta. Fleiri av múgvandi menn sótu eftir við 0 á kontoini eftir hetta.  Hetta vóru pengar, ið annars kundu verið nýttir til aðrar íløgur í sóknini, men sum av hesi orsøk endaðu í danska statskassanum.

Yvirtøkuroyndin anno 2024 hevur neyvan kostað so nógv enn. Yvirtøkubólkurin er sjálvandi lúggaður við nøkrum krónum, men lítið hava vit hoyrt um, hvør hevur goldið fyri tað. Kundi tó hugsast at hann er goldin og stýrdur av Tvøroyri.

Men sera keðiligt at ein meiriluti í okkara bygdaráði brúkar tíð og orku upp á hetta málið, tá nógv annað er at takast við. Vit hava fingið nýtt berghol, sum ynski hevur verið um í mong ár, men hvussu hava vit gangnýtt henda nýggja møguleika? Fólkatalið fellur framvegis. Er nøkur ætlan fyri, hvussu hendan gongdin skal vendast? Tað kundi annars verið ein uppgáva, ið gav góða meining fyri framtíðina.

Álvaratos, teir bygaráðslimir, ið nú brúka tíð og orku upp á eina innliman í Tvøroyrar Kommunu, áttu heldur at virka fyri framburði í sóknini. Tað er ikki nøkur loysn at lata seg yvirtaka av eini aðrari kommunu. Tað er ein falliterklering!

Vónandi verða hesir bygdaráðslimir ongantíð valdir aftur í bygdaráðið. Og vónandi verður tað til eitt greitt nei á komandi fólkaatkvøðu. Tað hevði verið lagnunar speisemi við lít um Lítla Dímun - nú saman vi allari sókini - bleiv avreidd 175 ár eftir uppboðsøluna í Búð. Tað má ikki henda!

Komandi ár verður ivaleyst okkurt 175 ára hátíðarhald. Vónandi kunnu vit tá eisini hátíðarhalda, at oyggin enn sum áður hoyrir til Hvalbiar Kommunu!

Hvalbingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo